Sangurin um reyða, hvíta og bláa bátin rungaði aftur í dag úr Útvarpinum.
Tað eydnaðist nevnliga aftur hesa ferð hjá manningini á Sundabátinum at vinna FM-róður, og við 40 stigum eftir fyrstu seks róðrarnar eru teir umborð nú eisini føroyameistarar.
Í dag vann Sundabáturin við hálvari aðru bátslongd framman fyri Tvørábátin, sum eisini er næstur í samlaðu FM-kappingini.
Úrslitið av 6-mannafarsróðrinum hjá monnum
1 Sundabáturin 07:24.16
2 Tvørabáturin 07:27.10
3 Strálan 07:28.24
4 Jarnbardur 07:32.12
5 Riddarin 07:35.11
6 Lómur 07:39.23
7 Rádni 07:43.11
8 Kollfirðingur 11:11.11
FM-støðan
1 Sundabáturin 40
2 Tvørabáturin 30
3 Strálan 26
4 Jarnbardur 17
5 Lómur 7
6 Sølmundur 5
7 Riddarin 5
8 Rádni 2