FM í olympiskari vektlyfting í morgin - 22 luttakarar

Leygardagin kl. 13 fer fyrsta vektstongin upp um høvd við FM 2024 í olympiskari vektlyfting

Kappast verður í nýggju hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku 1 í Havn. Kvinnurnar byrja kl. 13. Menninir byrja umleið kl. 14:30/15:00. Áhugin fyri FM í vektlyfting plagar at vera stórur, tí vektlyfting er bæði spennandi og undirhaldandi. Áskoðarar hava ókeypis atgongd.

 

Heili 22 lyftarar fara at royna síni lyftikynstir, og tað er full javnstøða: 11 kvinnur og 11 menn. Talan er bæði um royndar og nýggjar lyftarar, og øll hava síni ymisku mál. Tað kann vera at vinna sær rættin til luttøku í altjóða kappingum ella bara at betra egin avrik og við tíðini at luttaka í øðrum kappingum.

 

Menningin í føroyskari vektlyfting hevur gingið við rúkandi ferð síðstu árini, og Føroya Styrkisamband verður tí í heyst vertur fyri NM 2024. Málið er at fáa so nógvar føroyskarar lyftarar við sum gjørligt, og onkur lyftari fer í mortin at royna at lyfta seg til atgongd til NM. Í næstum verður kunngjørt, hvar ið NM verður hildið.