FM-kappríðing á Ólavsøku

   

Ólavsøkudag kl. 14.00 verður kappríðing á ríðibreytini uppi í Marknagili.
Hetta er tann triðja av fimm FM kappríðingum í ár.
Enn er spenningur í toppinum. Sólvindur hjá Maritu Askham, og Rán hjá Kristfríð Jacobsen eru púra jøvn við hvør sínum 12 stigum. Nærmast teimum er Lokkur hjá Rólant Reinert við 7 stigum.
Tey seks fremstu rossini fáa stig í FM kappingini. (7,5,4,3,2,1) Eisini tey ungu kunnu ogna sær stig í hesi somu kapping.
Afturat FM kappingini eru eisini ymisk ferðasteyp, ið kappast verður um, bæði millum tey ungu og tey vaksnu.
Kappast verður í tvíspor í trimum bólkum: Ung, 2. flokkur og 1. flokkur. Kappast verður eisini í travi.
Møguleiki verður at keypa sær ein køkubita og okkurt drekkandi afturvið.