Komandi tríggjar dagarnar verður kappast um FM í súkkling, í landavegsúkkling. Leisturin verður tann sami sum á oyggjaleikum. Tað merkir, at kappast verður í trimum “greinum”, sum eru býarsúkkling, einkultstartur og landavegsúkkling.
- Vit hava í ár avgjørt at leggja allar kappingar til eitt og sama vikuskifti. Tað merkir, at vit koyra dag um dag. Vit byrja hósdagin 5. oktobur og vit enda leygardagin 7. oktobur, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Nevndin í TSF hevur eisini avgjørt at flyta seg út um havnina. Landavegsúkklingin leygardagin verður í Eysturoynni, har verður rutan Runt Agnið koyrd. Hesin teinur er góðar 10 kilometur til longdar, og opin bólkurin koyrir hendan teinin tíggju ferð.
FM í býarkoyring
Fyrsta FM heitið, ið kappast verður um verður í morgin, hósdagin 5. oktobur. Tá verður kappast í Býarkoyring.
- Startur og mál verða á Vaglinum, og so gongur leiðin annars niðan eftir Tinghúsvegnum, oman eftir Sverrisgøtu, oman eftir Tórsgøtu, niðan framvið Havnar Kirkju, og so oman á Áarvegin. Í býarkoyring verður súkklað í ein tíma, so ringir ein klokka fyri seinasta umgangi, greiðir Gunnar Dahl Olsen frá og leggur afturat, at FM í býarkoyring byrjar klokkan 18 í annaðkvøld.
FM í Einkultstarti
- Einkultstarturin í ár verður ikki sum onnur ár. Vit hava tó súkklað partar av hesum teini áður, men ongantíð just hendan teinin. Teinurin verður stuttur, men verður harður. Byrjað verður við Effostøðina í Kollafjarðadali, og so gongur leiðin allan vegin niðan á Sornfelli, har málið er. Teinurin er 10 kilometrar langur, sigur Gunnar Dahl Olsen.
Ein avleiðing av broyttu rutuni er, at súkklarar helst fara at velja vanligu kappsúkkluna, heldur enn einkultstartssúkklu. Einkjultstarturin byrjar fríggjadagin klokkan 17.
FM í Landavegsúkkling
Leygarmorgunin klokkan 11 verður kappast í landavegsúkkling. Her verður bæði startur og mál á Toftum.
- Ein spennandi teinur, har stóra avbjóðingin verður drúgva brekkan framvið Fríðrikskirkjuni. Tað er tungt at koyra brekkuna einaferð. Hon skal koyrast tíggju ferðir hjá teimum, ið luttaka í opna bólkinum. Kvinnur, unglingar og motionistar súkklað 70 km, ella sjey umfør, sigur Gunnar Dahl Olsen.
Torkil er stórfavorittur
Úr súkklusambandinum verður víst á ein stórfavoritt til kappingina.Talan er um navnframa Torkil Veyhe, ið súkklar í bestu deildini í Danmark. Hann er favorittur til allar tríggjar kappingarnar. Aðrir súkklarar, ið verða nevndir eru fjallasúkklarin Helgi W. Olsen og Jan Hjaltalin Olsen, ið hevur sína styrkju í brekkunum.
At enda verður eisini boðað frá, at løgreglan og Tórshavnar Kommuna hava givið lov til, at rutan hósdagin í Havn verður lukkað.