Triathlon
Sunnudagin tann 1. oktober skipar Føroya Triathlon Felag fyri FM í triathlon.
Fyri tveimum vikum síðan bleiv kappast í tí sokallaða sprint-teininum, men hesa ferð verður teinurin væl longri.
Luttakararnir skulu fyrst svimja hálvan annan kilometur, síðan súkkla 40 kilometrar og at enda renna 10 kilometrar.
Tað verður kappast um føroyska meistaraheitið á hesum teini, men eins og fyri tveimum vikum síðan verður aftur hesa ferð kappast í 1/12 triathlon. Hetta fyri at fólk við áhuga fyri triathlon kunnu sleppa at royna seg. Teinurin er bert 350 metrar svimjing, 10 kilometrar súkkling og tríggjar kilometrar renning.
Tveir teinar
Skal luttakast á OL-teininum gongur leiðin á súkkluni frá Svimjihøllini í Gundadali til Kaldbak. Her verður vent, og leiðin gongur so til Kaldbaksbotn, har vent verður við oynna. Leiðin gongur síðan aftur til Kaldbak, har vent verður, og so gongur leiðin aftur til Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, og síðan oman á mál við Plantusøluna (Hvítanesvegur). So skal rennast og renniteinurin er frá Plantusøluni til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og aftur til Plantusøluna. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir.
Luttakaraar í 1/12 triathlon súkkla frá svimjihøllini til Rundkoyringina við Skansan, niðan til Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, oman aftur til Skansan, og síðan á mál við Plantusøluna. Renningin verður frá Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu, eftir gøtuni aftanfyri Plantusøluna, og út á Hvítanesvegin aftur. Teinurin er umleið ein kilometur og skal rennast tríggjar ferðir.
Kappingin byrjar sunnudagin kl. 13.00 og luttakarar og hjálparfólk skulu møta 12.30.
Tað ber til at tilmelda seg til kappingina á www.triathlon.fo.