FM verður í Ungum Virki (Young Enterprise) 15. og 16. mars 2013. Kappingin fer fram í SMS, har yvir 100 miðnámsskúlanæmingar fara at sýna fram nýggjar vørur og tænastur, ið tey hava ment.
Ungt Virki hevur verið eitt undirvísingartilboð til næmingar á Føroya Handilsskúla í Tórshavn síðani 1996. Talan er um eitt learning-by-doing programm, har næmingar læra at menna nýggjar vørur, umframt at stovna og reka eitt virki. Næmingarnir fáa frálæru í íverksetan og fáa møguleika at læra frá egnum royndum við at stovna egið virki. Hetta er við til at skapa ein øktan áhuga í arbeiðinum við íverksetan.
Umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum, ið stimbra áhugan hjá teimum ungu fyri íverksetan og nýskapan, verður skipað fyri FM-kapping, har ársins Unga Virki verður kosið. Vinnarin av Ungum Virki í Føroyum fær møguleika at luttaka í DM, sum verður í Keypmannahavn í apríl mánaði. Evropeiska kappingin verður í august mánaði, har besta virki í Evropa verður útnevnt Company of the Year.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at føroyski ungdómurin fær áhuga og førleikar í nýskapan og íverksetan, soleiðis at tey tora at ganga nýggjar leiðir og kunnu verða við til at menna verandi vinnur og skapa nýggjar vinnur í Føroyum.