##med2##
- Hetta er ein góð kensla, men vit fara ikki upp at flákra av hesum. Tað sigur 18 ára gamli 6-1 málskjúttin hjá KÍ, Jonn Johannessen, ið slapp at enda málveitsluna hjá KÍ móti Dinamo Tblisi í kvøld.
Talan er um fjórða málið hjá unga málsskjúttanum hjá KÍ, ið má stríðast hart fyri at fáa spælitíð, men sum kortini er avkláraður við sín leiklut, og glaður fyri teir leiklutir hann spælir í søguskrivingini hjá KÍ.