FM1: B68 gjørdi serfrøðingunum til skammar

(FM1) Liðið sum var spátt at flyta niður aftur hevur bjargað sær sessin í Betrideildini

##med2##

 

Tað gjørdist ein framúr góður dagur hjá B68 í dag, ið fyrst syrgdu fyri at koma í eina góða støðu á stigatalvuni við einum knúsandi 6-1 stórsigri á TB á Svangaskarði. Tá tað so eisini var greitt, at ÍF hevði tapt 2-5 fyri NSÍ er tað staðfest, at B68 hevur bjargað sær sessin í Betrideildini, so í dag kunnu toftafólk senda NSÍ nakrar penar tankar.

 

B68 - TB 6-1 (3-0)

Andri Benjaminsen 1-0 (10.)

Sjálvmál 2-0 (33.)

Sjálvmál 3-0 (43.)

Stefan A. Løkin 4-0 (50.)

Lukasz Cieslewicz 5-0 (55.)

Jóhan Renéson Thomsen 5-1 (90.)

Stefan Abrahamson Løkin 6-1 (93.)

 

Høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen stórfegnast um bjargingina. Hann rør aftur til undan kappingarárinum tá fleiri serfrøðingar spáddu B68 at fara beint niður í 1. deild aftur. Øssur heldur, at tann útsøgnin var kanska ikki so løgin, tí B68 hevði verið burtur frá Betrideildini í fimm ár. Men við góðum ungum spælarum, og styrktir við royndum spælarum eydnaðist tað at leggja góð avrik fyri dagin sum gjørdu, at málsetningurin var rokkin. Tað var trupult við málskjótingini hjá B68 í fyrru hálvu, men tað hevur ligið munandi betri fyri við tí partinum í seinnu hálvu.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Øssur Hansen.