FM1: Bárður fegnast um hevndina fyri 0-7 tapið til U17 EM í 2017

(FM1) Hoyr føroyska U21-málverjan skifta orð við Petur Asbjørn Lervig um avrikið í kvøld, og við Trónd Arge um dyst móti sama árgangi í 2017

##med2##

 

Fyri fýra árum síðani tapti hesin fótbóltsárgangurin, føroyska U17-landsliðið 0-7 fyri franska U17-landsliðnum í EM-endaspælinum fyri U17-landslið, ið var í Kroatia tað summarið.

 

Fýra ár seinni fekk føroyski U21-landsliðsmálverjin, Bárður á Reynatrøð eina søta hevnd fyri tað stórtapið, og hann dylur ikki, at tað kemur ógvuliga væl við, at føroyska liðið fekk víst fraklendingum hvat teir megna við 1-1 javnleikinum á ovara vølli í Gundadali.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Bárð á Reynatrøð beint aftaná minniliga 1-1 javnleikin móti Fraklandi.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bárð á Reynatrøð um U17 EM-endaspælsdystin í 2017, og tann stóra batan í mun til tá við 1-1 javnleikinum í kvøld. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við føroyska málsskjúttan, Steffan A. Løkin. 

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum í dystinum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Bagga.

 

HER ber til at hoyra samrøður við Áka D. Samuelsen, Børga Petersen og Steffan Radosavljevic.