FM1: Bill kann betur liva við javnleikinum enn Dan

(FM1) Reportarin hjá FM1 fekk orðið á høvuðsvenjararnar hjá B36 og NSÍ, og við liðskiparan hjá B36 aftaná 1-1 javnleikin í Gundadali

##med2##

 

Fyri sjeyndu ferð í ár spældi B36 javnleik, og fyri triðju ferð á rað spældu teir 1-1 móti NSÍ á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið merkir, at NSÍ framvegis er tað eina stigið frammanfyri B36 í kapprenningini um fjórða plássið. Í B36 kunnu tey tó fegnast um, at í dag funnu viðspælararnir Uros Stojanov, ið takkaði fyri álitið og skoraði sítt fyrsta mál fyri B36.

 

B36 – NSÍ 1-1

 

0-1: Klæmint A. Olsen (4.)

 

1-1: Uros Stojanov (36.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen.

 

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias Eriksen sum átti ein óhepnan lut í málinum hjá NSÍ.

 

- Eg skilji ikki, at vit bara hava eitt stig við okkum av vøllinum. Vit góvu teimum beinanvegin eitt mál. Gávan var so stór, at eg ímyndi mær, at Bill og NSÍ kendu tað sum at vera jólaaftan, og tað kendist at vera øgiliga frustrerandi, tí vit vóru greitt omaná. Vit høvdu fatur á spælinum, men vit eru vónbrotnir, at vit ikki megnaðu frægari úrslit enn 1-1 frammanfyri okkara áskoðarum, tá ið vit nú høvdu tað mesta av spælinum, segði Dan Brimsvík, ið tó kundu fegnast um, at B36 fekk gagnnýtt styrkina hjá Uros Stojanov. 

 

 - Okkara menn vístu fínan hugburð, og tað bar eitt stig við sær. Tað eri eg stak væl nøgdur við. Vit hava bara havt fýra venjingar at fyrireika okkum saman. Tá ið havt verður í huga, at lagið kanska ikki hevur verið heilt so gott síðstu tíðina, so er hetta góð útgangsstøða, nú vit eru á fjórða plássi og fara undir langa endaspurtin, segði Bill McLeod Jacobsen, ið var munandi meira nøgdur við javnleikin enn starvsfelagin í B36. 

 

- Mathias Thrane sá kanska ikki, hvar eg var staddur, og tá ið eg royndi eftir bóltinum gleið eg, og so var Klæmint leysur og skoraði. Nú hava vit tríggjar tær seinastu ferðirnar spælt 1-1 ímóti teimum her í Gundadali. Allar tríggjar ferðirnar hava vit verið greitt omaná, og heldur enn eitt stig til teir, so áttu vit at vunnið trý í øllum dystunum, segði B36 liðformaðurin, Andrias H. Eriksen um málið hjá NSÍ.