##med2##
Gamalt er at siga: "Hjá tí svanga er alt søtt".
Soleiðis má tað kennast hjá skálamonnum, ið upplivdu, at ungi og evnaríki Villiam Emil Klein hjá FC Hoyvík javnaði tríggjar ferðir aftaná Skála fyrst hevði lagt seg á odda.
Men tá Skála skoraði til 4-3 í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat undir Mýruhjalla á Skála megnaði FC Hoyvík ikki at svara aftur.
Skála - FC Hoyvík 4-3 (1-0)
Pætur Dam Jacobsen 1-0 (17.)
Villiam Emil Klein 1-1 (58.)
Aksel Danielsen 2-1 (60.)
Villiam Emil Klein 2-2 (70.)
Jan Ingason Hansen 3-2 (76.)
Villiam Emil Klein 3-3 (86.)
Jan Ingason Hansen 4-3 (90.+)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen.
Bill er glaður og lættur um, at hansara menn hava vunnið seg víðari, og hava vunnið ein dyst í hesum árinum. Bill sigur, at hann unnir sínum monnum so hjartaliga sigurin.
Bill staðfestir, at FC Hoyvík, og tá serliga Viliam Emil Klein spældu spæl, og tað kravdi sítt av Skála at koppa hoyvíkingum.