FM1: Endurhoyr risamøguleikan og flotta málið hjá Klæminti

(FM1) Hoyr løtuna tá Klæmint A. Olsen skelkaði Danmark, fyrst við risamøguleika og síðani við einum flottum máli

##med2## 

 

Húsavørðurin hjá Runavíkar skúla var umgyrdur av verjuspælarum hjá AC Milan og Chelsea, og hann skuldi hava bóltin framvið málverjanum hjá Leicester City. Sera hegnisliga fekk Klæmint A. Olsen stútað bóltin afturum seg hóast uppdekkaður av Simon Kjær, og framvið Kasper Schmeichel sum mátti sanna tað sama sum pápin, Peter Schmeichel í Parkini fyri 31 árum síðani. Føroyar skora hvørja ferð vit spæla í Parkini.

 

Nú er Klæmint javnur við Toda Jónsson á søguliga toppskjúttaralistanum við níggju málum. Næstu ferð Klæmint skorar javnar hann metið hjá Rógva Jacobsen, ið hevur átt metið í drúgva tíð nú við tíggju málum. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 og viðmerkjaran, Agnar Prestá seta orð á løtuna tá Klæmint skelkaði Danmark. Fyrst við stútara sum Schmeichel hegnisliga bjargaði, og løtu seinni við at skora til 2-1. 

 

Vit kunnu siga sum gomlu havnarmennirnir aftaná 1-3 tapið fyri bólkavinnarunum: "Tann løtan sum ikki er ring, er góð".

 

Danmark 3-1 Føroyar

 

  • 1-0: Andreas Skov Olsen (18')
  • 2-0: Jacob Bruun Larsen (62')
  • 2-1: Klæmint A. Olsen (89')
  • 3-1: Joachim Mæhle (90+3')