FM1: Europa League og HM-Radio

Í dag verður upptakt til Europa League dystirnar og HM-Radio

Sportboxin, sum vanliga er hvønn fríggjadag frá 15 til 17 á FM1, verður í dag í samband við at B36 og KÍ spæla í Europa League í kvøld. Í Sportboxini hesa ferð verður fyrri tímin HM-radio og seinni tímin verður um føroyskan fótbólt.

 

Hoyr FM1 við at trýsta HER

 

Millum annað fer André Olsen at seta sítt ársins lið higartil. Hartil verður tosað við Jákup Ósá, sum er standur á Malta, har KÍ skal spæla móti Birkirkara í Europa League. FM1 sigur eisini frá dystinum hjá B36 í Europa League, sum verður á ovara vølli í Gundadali í dag klokkan 19.

 

Í sendingini verður møguligt at vinna ein orginalan HM-bólt av slagnum Telstar. Hoyr nærri í sendingini, sum byrjar í dag klokkan 15.

 

Europa League:

B36 – St Joseph’s (19.00) Beinleiðis á FM1

Birkirkara – KÍ (18.00) Fylgja gongdini á FM1