FM1: Føroyar vóru úttelvaðar av Ísrael

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Jens Martin Knudsen seta orð á klassamunin sum var millum Føroyar og Ísrael

##med2##

 

Altjóða veddingarfyritøkur høvdu Ísrael sum greiðan favoritt til at sigra á Føroyum, og staðfestast má, at Ísrael sveik ikki álitið. Ísraelar vunnu stórsigur 4-0 á Føroyum. Stóra hetjan hjá Ísrael var Eran Zahavi sum skoraði hattrick. 

 

Skot uppá mál vístu hagtølini 9-1 til Ísrael.

 

Føroyar – Ísrael 0-4 (0-2)

 

0-1: Eran Zahavi 12.

 

0-2: Eran Zahavi 44.

 

0-3: Munas Dabbur 52.

 

0-4: Eran Zahavi 93.

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar (Jóan Símun Edmundsson, 64.), Gunnar Vatnhamar (Heri H. Mohr, 76.), Brandur Hendriksson Olsen (Tróndur Jensen, 76.), Jákup B. Andreasen (Hallur Hansson, 64.), Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint A. Olsen (Daniel Johansen, 76.)

 

Gult kort: René S. Joensen

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá málunum. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr Trónd og Jens Martin taka samanum dystin. Jens Martin staðfestir, at ísraelar við einum framúr góðum avriki úttelvaðu Føroyar í kvøld. Jens Martin hevur tó vónir um, at Føroyar kunnu avrika betri móti Danmark leygarkvøldið klokkan 19.45. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen og Gilla R. Sørensen aftaná dystin. 

 

##ms##