FM1: Håkan fegnast um at spælararnir hildu fokus

(FM1) Landsliðsvenjarin er fegin um at fáa ein sigur á einum útiliði, ið altíð verjir væl á heimavølli

##med2##

Tað var ein fegin landsliðsvenjari, Håkan Ericson FM1 fekk orðið á aftaná 1-0 útisigurin á Andorra í Nations League kappingini.

Håkan Ericson undirstrikar, at hansara spælarar hildu heimaliðnum burtur frá at skapa nakran stóran ella vandamiklan málmøguleika.

Håkan Ericson fegnast eisini um, at vit hesaferð avrikaðu betri enn í HM-undankappingardystinum í 2017, tá vit fingu eitt gult kort í fyrsta minutti, og ikki fingu ein sigur tá.

Håkan Ericson er serliga glaður fyri, at føroysku spælararnir hildu góða spælilagið allan dystin, og ikki fóru í somu snarur sum í 2017.

Håkan Ericson minnir á, at størri landslið hava havt eitt tungt hoyggj við at knekka Andorra niðri í Andorra, og tí er støddin av sigrinum ikki nakað vit skulu fokusera uppá, men sjálvan sigurin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna Tróndur Arge hjá FM1 gjørdi við Håkan Ericson aftaná 1-0 sigurin á Andorra. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Klæminti A. Olsen, og hoyra Teit Joensen seta orð á málið. Hoyr eisini samrøðu við sigursmálskjúttan.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við debutantin, Jákup Biskopstø Andreasen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze. 

 

(Samrøða: Håkan Ericson)