##med2##
Samrøða við Håkan Ericson, landsliðsvenjara
Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið venjingarlandsdyst móti Liktinstein á Tórsvølli. Hetta er sættu ferð, at vit møta smátjóðini og vit hava vunnið hvørja ferð.
– Vit mugu átaka á okkum, at vit eru favorittar, tí vit eru í C-bólkinum í Nations League, meðan Liktinstein er í D-bólkinum, sigur Håkan Ericson, ið væntar at gera nakrr broytingar á liðnum.
– Eg hugsi um at gera tríggjar ella fýra broytingar á liðnum. Jákup B. Andreasen er upptikin av próvtøku og Sonni Ragnar Nattestad er farin aftur til Írlands. Vit hava nakrar spælarar, sum stríðast við skaða. Millum annað Gunnar Vatnhamar, sigur Håkan Ericson við FM1.
– Tað eru eisini nakrir spælarar, sum vit mugu ansa eitt sindur eftir. Ein teirra er Gilli Rólantsson, sum hevur ein lítlan snudd. Tí kann eg avdúka, at Jóannes Kalsø Danielsen verður millum teirra, ið byrja inni í morgin, sigur Håkan Ericson.
Hann hevur havt eina ætlan um at spæla við tveimum áleyparum. Tað hevði givið rúm fyri Klæminti A. Olsen, sum byrjaði á bonkinum móti Íslandi. Håkan Ericson sigur tó, at góða spælið móti Íslandi ger, at hann umhugsar at halda fast í 4-5-1 uppstillingini, sum føroyska liðið brúkti móti Íslandi.
Her hevur verið nevnt, at Petur Knudsen er ein, sum møguliga fær kjansin á vinstra vongi, meðan Tróndur Jensen og Heðin Hansen helst sleppa at royna seg á verjukenda miðvøllinum. Nakað sum Portalurin eisini hevur skrivað.
Seinasta ivamálið er hvør stendur í mál. Teitur M. Gestsson er fyrstaval í hópinum, men tað eru eisini ábendingar um, at Tórður Thomsen fær kjansin í hesum dystinum.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld. FM1 byrjar at senda klokkan 19. Dysturin byrjar klokkan 19.45.
##ms##