FM1: Hoyr samrøður við fegnan venjara og spælarar

(FM1) Hoyr tað sum Dragan Brljevic, Durita Jojic, Annika F. Petersen, Guðrið Ellingsgaard og Marianna G. Eystberg søgdu aftaná 21-19 sigurin á Finnlandi

##med2##

 

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur givið sær sjálvum eitt gott útgangsstøði aftaná 21-19 (9-10) sigurin á Finnlandi í EM-undanundankappingini sum er í Føroyum í hesum døgum.

 

Í morgin klokkan 18 spæla Finnland og Ísrael. Klokkan 16 sunnudagin spæla Føroyar og Ísrael. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum sunnudagin.

 

Vinnarin av undan-undankappingini, ið er í Føroyum í hetta vikuskiftið kemur í EM-undankappingarbólk saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hesar samrøður Sjúrður H. Hoydal gjørdi á FM1 við: 

 

1) Dragan Brljevic, venjara

 

2) Durita C. Jojic

 

3) Annika Fríðheim Petersen, málverji

 

4) Guðrið Ellingsgaard, debutantur

 

5) Marianna Geirsdóttir Eystberg.

 

Føroysku kvinnurnar fegnast um sigurin, men tær eru eisini sjálvatfinningarsamar. Summar teirra halda, at spælið átti at verið betri, og tað kann bøtast uppá til sunnudagin klokkan 16. 

 

Føroyar vóru aftanfyri 2-6 í fyrra hálvleiki og 9-13 í seinna hálvleiki, men liðið stríddi seg innaftur í dystin, og 17 bjargingar hjá Anniku Fríðheim Petersen munaðu eisini væl.

 

Føroyar vunnu 21-19. Í steðginum var Finnland á odda 10-9. Ta einu løtuna gingu næstan 11 minuttir har Føroyar ikki skoraðu. 

 

Marianna G. Eystberg og Marita Mortensen gjørdust føroyskir toppskjúttar við fýra málum hvør.

 

 

 

(Samrøður: Dragan Brljevic, Durita Jojic, Annika F. Petersen, Guðrið Ellingsgaard og Marianna G. Eystberg)

(Samrøður: Dragan Brljevic, Durita Jojic, Annika F. Petersen, Guðrið Ellingsgaard og Marianna G. Eystberg)