FM1: Hoyr Súna og Jens Martin taka samanum eitt framúr gott avrik

(FM1) Hoyr landsliðslegendurnar, Súna Olsen og Jens Martin Knudsen seta orð á minniliga 2-1 sigurin á Turkalandi

##med2##

 

Súni Olsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á FM1, tá Føroyar vunnu minniliga 2-1 Nations League sigurin á Turkalandi á Tórsvølli.

 

- Hetta var fantastiska flott, sigur Súni Olsen sum staðfestir eitt hitt fremsta føroyska avrikið nakrantíð.

 

FM1 ringdi til Jens Martin Knudsen, ið einsamallur frammanfyri sjónvarpsskíggjanum í Give í Danmark sá føroyska liðið fremja eitt framúr stórt roysnið.

 

- Hetta var bara heilt fantastiskt, staðfestir Jens Martin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Súni Olsen og Jens Martin Knudsen søgdu aftaná minniliga 2-1 sigurin á Turkalandi. 

 

Hoyr Súna Olsen og Jens Martin Knudsen seta orð á eitt framúr gott føroyskt avrik móti Turkalandi

Hoyr Súna Olsen og Jens Martin Knudsen seta orð á eitt framúr gott føroyskt avrik móti Turkalandi