info
Ongi úrslit

FM1: Jann er uppvaksin við einum bólti

Manslandsliðið: Jann Benjaminsen er fegin um at fáa landsliðsboð

Tróndur Arge
16. november 2022 kl. 10:57

Myndin er ikki tøk

Jann Benjaminsen er ein av sjey spælarum, sum eru við á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Her á in.fo fara vit at læra teir sjey betri at kenna. Tann triði í rekkjuni er 25 ára gamli Jann Benjaminsen.

Hann er uppvaksin við einum fótbólti fyri føturnar. Á Nesi var ein sparkivøllur, sum bleiv nógv brúktur, og so var alt eisini B68 fram til Jann bleiv 16 ár. Tá gekk leiðin til NSÍ. Her spældi hann fram til endan av 2020, tá hann skifti til Hødd IL í Norra.

Teir nýggju: Andrias Edmundsson vil verða betri enn Jóan Símun

- Fyrst vil eg lýsa meg sum ein spælara, ið arbeiðir hart og vil gera alt fyri troyggjuna, sum eg eri í. Eg havi fingið at vita frá venjarum og viðspælarum, at eg eisini er ein tekniskur spælari. Sjálvur dámar mær bara væl, at seta aðrar spælarar í góðar støður. Ein spælari, sum leggur upp til hinar, sigur Jann Benjaminsen.

25 ára gamli bakkurin, sum bæði kann spæla á vinstra bakki og høgra bakki, flutti í ár upp í næstbestu deildina í Norra við felagnum hjá sær, Hødd IL. Tað var ein treyt fyri, at hann slapp á landsliðið, hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sagt. Tað var ein fegin Jann, sum fekk landsliðsboð.

Teir nýggju: Hanus er ikki við fyri at ferðast

- Tað var heilt fantastiskt. Eg kann leggja afturat til uppflytingina, at liðið, ið flutti upp í fjør, nú skal spæla um at koma í Elituseriuna. Tí kanst tú siga, at munurin frá triðjbestu deildini til tí bestu er ikki so stórur, forklárar Jann Benjaminsen.

Hødd IL hevur fyrr havt ein føroyskan spælara í hópinum. Tað var í 2008, tá Rógvi Jacobsen skifti til norska felagið. Tiltikið er, at hann bleiv keyptur í staðin fyri Robert Lewandowski, sum í dag er millum heimsins bestu áleyparar.

- Ja, eg havi fingið okkurt skotið í skógvarnar um Rógva Jacobsen. Eg kenni ikki heilt søguna um hann og Robert Lewandowski, men Rógvi fekk nøkur mál tá hann var her, sigur Jann Benjaminsen.

Fróði er fyrimyndin

Toftamaðurin hevur ikki sáttmála við Hødd IL til komandi kappingarár og umhugsar tú støðuna. Hann hevur tosað við felagið, men enn er einki avgreitt. Hann sigur, at tað í løtuni er ein heildarmeting, sum skal ganga upp. Stóra málið var at røkka landsliðnum. Hann nevnir Manchester United sum dreymaliðið, men ásannar at tann dreymurin er ein stórur biti.

- Hetta var kanska størsta málið hjá mær. Nú snýr tað seg um at vísa meg fram og læra spælskipan og annað. Drívmegin er at koma so langt sum gjøligt og fáa ein so góða yrkisleið sum møguligt, sigur nýggi landsliðsbakkurin.

Tað er ikki ilt at gita, hvør landsliðsfyrimyndin hjá Jann Benjaminsen er. Tað er systkinabarnið Fróði Benjaminsen, sum hevur metið fyri flestar landsdystir.

- Vit eru ikki líkir sum spælarar, men tað er mentaliteturin hjá honum. Tað, sum hann hevur gjørt fyri landsliðið, er fantastiskt. Hann er mín landsliðshetja. Eg kann eisini nevna Gilla Rólantsson og Viljorm Davidsen, sum spæla á mínum plássi, sigur Jann Benjaminsen.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum verður í morgin klokkan 17. FM1 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 16.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

18 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

9 minuttir síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

39 minuttir síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

1 tími síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

1 tími síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

1 tími síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

3 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

5 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

5 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

6 tímar síðan