FM1: Kekkia-Føroyar klokkan 17 og Neistin-VB klokkan 19

Eitt stórt ítróttarkvøld við beinleiðis frásagnum verður á FM1 í kvøld

Seint seinnapartin og í kvøld fer FM1 at siga frá bæði landsliðsfótbólti og SMS-hondbólti.

 

Aftaná tíðindasendingina klokkan 16 verður hitað upp til A-landsdystin millum Kekkia og Føroyar, ið byrjar klokkan 17. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Klokkan 19 fer Ásbjørn N. Nattestad at siga frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og VB, ið verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo