FM1: Komandi dystur móti AB er alt avgerandi

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel heldur Skála stríddist manniliga móti yvirmaktini á Tórsvølli

##med2##

Skála stríddist enn einaferð manniliga móti einum topp-5 liði. Hesaferð móti HB á Tórsvølli. HB var betra liðið, men Skála gav ongantíð upp, og tað rósti høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou teir eisini fyri.

HB – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Adrian Justinussen (24.)

2-0: Hilmar Leon Jakobsen (64.)

3-0: Øssur M. Dalbúð (86.)

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel sigur, at hann er ongantíð glaður fyri at tapa, men hann kann bara vera nøgdur við stríðsviljan hansara menn sýndu móti HB í dag.

Um 14 dagar kemur tann alt avgerandi dysturin, staðfestir Sorin Anghel. Skála hevur fýra stig upp til AB, og vinna skálamenn á AB undir Mýruhjalla á Skála um 14 dagar er avgjørt møguleikar fyri at toga seg upp á níggjunda plássið í Betrideildini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Sorin Anghel aftaná dystin á Tórsvølli.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

(Samrøða: Sorin Anghel)