Enn ein sendirøð við "Home and Away" er farin aftur um á FM1. Hesaferð æt sendirøðin tó "Home and Away - With a Twist", tí Stella Zachariassen hesaferð prátaði við børn hjá tilflytarum.
Talan var um átta partar.
HER ber til at hoyra fyrstu sendingina. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.
##med2##
HER ber til at hoyra aðru sendingina. Gestur var Mickey Shemesh, ið hevur ísraelskan pápa og føroyska mammu.
##med3##
HER ber til at hoyra triðju sendingina. Gestur var Sharon Sivertsen, ið hevur srilanska mammu og føroyskan pápa.
##med4##
HER ber til at hoyra fjórðu sendingina, ið var við Thomas Warner, ið hevur enskan pápa og føroyska mammu.
##med5##
HER ber til at hoyra fimtu sendingina, ið var við SIgri Gaini, ið hevur iranskan pápa og føroyska mammu.
##med6##
HER ber til at hoyra sættu sendingina, ið var við Martin Skúvadal, ið hevur avstralska mammu og føroyskan pápa.
##med7##
HER ber til at hoyra sjeyndu sendingina, ið var við Michael Antony Charles Jóhannesen. Pápi Michael Antony er úr Føroyum og mamma hansara er úr oyggjaríkinum, Trinidad og Tobago, nærri sagt Trinidad.
##med8##
HER ber til at hoyra áttandu sendingini, ið var við Levi Cerveneac. Bæði foreldrini hjá Levi, ið er vaksin upp í Føroyum eru úr Rumenia.
Petur Zachariassen hevur tikið allar átta myndirnar, ið síggjast í greinini her.