##med2##
12. umfar í landskappingini hjá monnum hevur verið um vikuskiftið. Í Gundadali spældu HB og EB/Streymur hendingaríkan og ikki minst málríkan dyst. Tað endaði við 6-4 sigri til HB.
Hoyr málini við at trýsta á pílin undir myndini
Fleiri av málunum vóru avbera flott. EB/Streymur var á odda tríggjar ferðir, men stendur eftir við ongum. Ari Mohr Olsen skoraði hattrik, meðan Sebastian Pingel skoraði sítt fyrsta mál síðani álvarsama knæskaðan.
Hoyr málini og frásøgn á FM1 við at trýsta á pílin undir høvðusmyndini
##med3##
HB-EB/Streymur 6-4 (3-3)
0-1: Arnbjørn Hansen 2.
1-1: Adrian Justinussen 13.
1-2: Arnbjørn Hansen 14.
2-2: Ari Mohr Olsen 17.
3-2: Ari Mohr Olsen 34.
3-3: Steffan Løkin 45.
3-4: Gestur Bogason Dam 61.
4-4: Adrian Justinussen br 72.
5-4: Ari Mohr Olsen 74.
6-4: Sebastian Pingel 80.
##ms##