FM1: Mikkel Dahl fer at njóta málmetið í nakrar dagar

(FM1) Hoyr málrevin hjá HB seta orð á málmetið fyri eitt kappingarár

##med2##

 

Tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum millum HB og ÍF á Tórsvølli fyrr í dag skrivaði danski HB-áleyparin, Mikkel Dahl søgu við at skjóta mál nummar 27 í Betrideildini 2021.

 

Tað er met fyri eitt kappingarár. Gamla metið átti Klæmint A. Olsen hjá NSÍ við 26 málum í Betrideildini, kappingarárið í 2019.

 

Um søguliga málið sigur Mikkel Dahl: - Tað kendist sum sendingin frá Daniel Johansen kom í "Slow Motion" til mín. Eg síggi, at bólturin kemur ímóti mær, og eg hugsaði bara, at hesin bólturin skal í kassan. Tað eydnaðist lukkutíð, og tað var ordiliga feitt, greiðir Mikkel Dahl frá.

 

Mikkel Dahl er mintur á seinastu vikurnar í umklæðingarrúminum hjá HB, at hann kundi taka málmetið frá Klæminti A. Olsen frá 2019, og hann er sera fegin um, at hansara liðfelagar stórfegnast um, at hann hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag. 

 

Eisini hevði eitt hjálparfólk hjá HB prenta eina T-skjúrtu við talinum "27", ið Mikkel Dahl kundi vísa fyri HB-viðhaldsfólkunum tá hann skoraði til 1-0, og fekk málmetið. Tað kostaði eitt gult kort at fara úr HB-troyggjuni, men tað er eitt gult kort sum Mikkel Dahl gjarna tekur. Nú ætlar Mikkel at njóta málmetið nakrar dagar, og so fara hann og liðfelagarnir at herja á í løgmanssteypinum har NSÍ bíðar í tveimum hálvfinalum.

 

Mikkel Dahl sigur, at avgerðin um hvørt hann heldur fram í HB er ikki fallin enn, men tað er samband millum partarnar.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við søguliga málskjúttan.