##med2##
Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar og Danmark HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Danmark hevur 12 stig fyri fýra dystir, og er risa favorittur til at vinna á Føroyum, ið bert hevur eitt stig á kontuni higartil.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Tað frættist, at danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand ætlar at seta eykaliðið inn í annaðkvøld, men tað er lítil fyrimunur við tí. Eykaleikararnir hjá Danmark eru svangir eftir at vísa sítt virði fyri Kasper Hjulmand, og tá teir fingu møguleikan móti Moldova vunnu teir heili 8-0.
Í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag var Agnar Prestá frá portal.fo millum gestirnar. Agnar undirstrikar, at føroyska liðið má vera meir tendrað og má avrika munandi betri enn móti Ísrael fyri at sleppa undan einum stórtapi. Agnar heldur, at vit eiga at fara eftir at skora eitt mál og leggja eitt gott avrik fyri dagin í dystinum móti Danmark í annaðkvøld. At føroyska liðið skal megna at fáa stig móti Danmark er ein rættiliga fjarur møguleiki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur gjørdi við Agnar fyrr í dag.