FM1: Ársins toppskjúttar og Ársins áleyparar (Samrøður)

(FM1) Hoyr umframt samrøður við Klæmint Olsen og Heidi Sevdal eisini samrøður við Una Arge og Súna Fríða Johannesen, ið mistu metið til Klæmint

##med2##

Umframt, at Heidi Sevdal hjá HB er ársins spælari er hon eisini ársins toppskjútti og ársins áleypari.

Klæmint A. Olsen hjá NSÍ er ársins toppskjútti og ársins áleypari. Sostatt vóru Heidi og Klæmint tvær ferðir uppi í senn og tóku móti heiðrum.

Men Klæmint hevur eisini sett málmet við at skora 26 mál í einum kappingarári. Gamla metið áttu Uni Arge hjá HB við 24 málum í 1997, og Súni Fríði Johannesen hjá B68 við 24 málum í 1995.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 løturnar tá hesir heiðrarnir vóru kunngjørdir, umframt samrøður við gomlu metmennirnar, Súna Fríða Johannesen og Una Arge sum báðir fagna Klæminti stórliga.

##ms##

(Samrøður við Heidi Sevdal, Klæmint A. Olsen, Una Arge og Súna Fríða Johannesen)