FM1: Samrøður: Ólavur Larsen (ÍF) og Teitur Joensen

(FM1) Hoyr ein hampuliga nøgdan ÍF-venjara, Ólavur Larsen seta orð á 0-2 tapið móti B36, og hoyr viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum umfarið

##med2##

ÍF hevur gjørt tað framúr í nógvum dystum, men enn manglar tann stóri skalpurin, nevnliga at vinna á einum topp-4 liði. Tað eydnaðist heldur ikki móti B36 á Tórsvølli. Heimaliðið vann 2-0, men eftir stendur, at ÍF-liðið stríddist væl ímóti einum sterkum heimaliði. 

B36 – ÍF 2-0 (0-0)

1-0: Meinhard E. Olsen 52.

2-0: Sonni Ragnar Nattestad 68.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen sum venur ÍF saman við Hans Jørgeni Djurhuus. Ólavur letur ongan iva verða um, at hann hatar at tapa. Hann harmast eisini um, at tað ikki eydnaðist ÍF at spæla toppskjúttan í Betrideildini, Uros Stojanov betur. Á plusssíðuni er tó, at ÍF bjóðaði einum sterkum heimaliði upp til dans, og avrikaði væl í fleiri løtum í dystinum. Ólavur sigur, at hjá honum og Hans Jørgeni og hjá hópinum snýr tað seg eisini nógv um at fáa liðið at menna seg enn meira

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur hjá B36 á ÍF, og samanum umfarið hesaferð. Teitur staðfestir, at NSÍ hevur hektað seg rættiliga væl av FM-stríðnum við tapum móti KÍ og HB innanfyri seks dagar. Hann leggur tó eina við, at NSÍ stríðist fyri at vinna sær ið hvussu er annað plássið sum gevur rætt til at spæla í Europa League.  

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá B36. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við annan av málskjúttunum hjá B36, Sonna Ragnar Nattestad. 

(Samrøður: Ólavur Larsen og Teitur Joensen)