Betri Pensjón, Vinnuhúsið og Magn eru øll klár til hálvfinalurnar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.
Seinnapartin klokkan 15.10 verður tann seinasti hálvfinalisturin funnin, tá KJ og Spekt fara at kappast.
Hálvfinalurnar vera avgreiddar 18. mars og sjálv finalan í Firmakappingini verður avgreidd 25. mars.
Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum 25. mars vinna tveir flottar vinningar.
Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk.
Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.