Páskaaftan verða seinnu FM-finalurnar í flogbólti leiktar í høllini á Hálsi í Havn.
Klokkan 15 spæla mansliðini hjá Mjølnir og Fleyr. Mjølnir vann fyrru FM-finaluna 3-1. Tí má Fleyr vinna seinnu FM-finaluna fyri at fáa møguleikan at spæla eitt Gylt Sett.
Klokkan 17 spæla kvinnuliðini hjá Fleyr og SÍ. Fleyr vann fyrru FM-finaluna 3-2. Sørvágskvinnur mugu tí vinna seinnu FM-finaluna fyri at fáa møguleikan at spæla eitt Gylt Sett. Í í tí gylta settinum verður bara spælt uppí 15, tó skulu tveir bóltar verða á muni.
Trúgvi og drúgvi flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá seinnu FM-finalunum í flogbólti. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Sendingin á FM1 byrjar við upptakt klokkan 14.30.
Hæddarpunkt og samrøður við FM-vinnarar og silvurvinnarar koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.