FM1 sigur beinleiðis frá StÍF-H71 í morgin klokkan 14

Strandakvinnur og hoyvíkskvinnur sleppa at byrja hondbóltsárið 2021

Aftur í ár fer FM1 at siga beinleiðis frá nógvum hondbóltsdystum og fótbóltsdystum.

Frásagnarárið hjá FM1 byrjar við dystinum í høllini á Skála millum StÍF og H71, ið byrjar klokkan 14.

Nú ber til at siga, at talan er næstan um eina grannauppgerð, tí við Eysturoyartunnlinum er stutt at koyra úr Hoyvík til Skála.

Heimaliðið StíF liggur á fjórða plássi við 11 stigum, eitt stig frammanfyri VÍF. Fyri strandakvinnur hevur tað stóran týdning at fáa stig, so tær kunnu halda fjórða plássið sum gevur atgongd til FM-hálvfinalurnar.

Útiliðið H71 liggur næstfremst í SMS-deildini við 19 stigum.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum StÍF og H71.

Samrøður við umboð fyri StÍF og H71 koma út á in.fo aftaná dystin.

Øll kunnu hoyra FM1 HER