Í kvøld klokkan 19 verður onnur/seinna FM-hálvfinalan í Burn mansdeildini millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi.
Neistamenn mugu vinna dystin, tí vinnur VÍF dystin í kvøld eru vestmenningar víðari til FM-finalurnar.
Farna mikukvøld vann VÍF 35-25 á Neistanum í Vestmanna.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri Neistan og VÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu hoyra FM1 HER