Tað eru tvey særd lið sum fara á vøllin við Løkin í Runavík í kvøld. Bæði NSÍ og Víkingur taptu dystir á útivølli í farna leikumfari, og tað fer at verða strongt á hjá báðum at fáa ein sigur til høldar í dystinum, ið byrjar klokkan 19.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 98,7, FM 95,5, FM 94,8, FM 93,9, FM 91,7 og FM 88,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri NSÍ og Víking koma út á in.fo í kvøld.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum við Løkin.