Fríggjakvøldið vera tveir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 18.30 byrjar grannauppgerðin í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og B36, og klokkan 19 byrjar dysturin millum B36 og greiða oddaliðið, KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Frásøgumenn hjá FM1 vera Teitur Joensen og Tróndur Arge.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur saman við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo