FM1 sigur frá fýra Betrideildardystum hetta vikuskiftið

Lagt verður fyri við dystinum millum Víking og EB/Streym í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld klokkan 18

Hetta vikuskiftið siga frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge, Petur Asbjørn Lervig og Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá fýra av teimum fimm dystunum, ið vera leiktir í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið.

 

Skráin er hendan:

 

Fríggjakvøldið klokkan 18: Víkingur-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Leygarkvøldið klokkan 19: KÍ-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Sunnudagin klokkan 15: HB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Sunnudagin klokkan 15: AB-07 Vestur

 

Sunnudagin klokkan 16: B68-Skála (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo