FM1: Soleiðis vann HB sannførandi á EB/Streymi

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum EB/Streymur-HB 1-5, og hoyr høvuðsvenjararnar hjá HB og EB/Streymi seta orð á dystin

##med2##

HB hevur fyribils lagt sjógv millum seg og fremstu FM-avbjóðararnar, KÍ.

Tað gjørdi HB við at vinna enn ein sannførandi sigur. Hesaferð gjørdist talan um ein 5-1 stórsigur á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi.

EB/Streymur – HB 1-5 (1-2)

0-1: Hilmar Leon Jakobsen 20.

1-1: Andras Ó. Olsen 24.

1-2: Daniel Johansen 26.

1-3: Adrian Justinussen 48.

1-4: Hilmar Leon Jakobsen 77.

1-5: Øssur M. Dalbúð 82.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seks málunum, ið komu í dystinum við Margáir í Streymnesi í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou sum fegnast um eitt gott avrik, eisini sæð í ljósinum av órógvinum Korona-viran gevur í hesum døgum. Jens Berthel roynir at niðurtóna góðu støðuna HB er komið á stigatalvuni, og slær fast, at hann og spælararnir ikki hava so nógv fokus á stigatalvuna.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi sum bara kann staðfesta, at EB/Streymur tapti móti einum nógv betri liði, men Jákup Martin kundi hugsað sær, at hansara menn vardu betur fyri summum av málunum. 

##med3##

##med4##

 

(EB/Streymur-HB 1-5. Hoyr málini og samrøður við Jens Berthel Askou og Jákup Martin Joensen)