FM1: Soleiðis vann NSÍ stórsigur á Skála

(FM1) Hoyr liðskipararnar hjá Skála og NSÍ seta orð á 4-1 stórsigurin hjá NSÍ

##med2##

 

Nú er NSÍ í munandi betri skørum á stigatalvuni í Betrideildini, og runavíkingar eru við 12 stigum nú fýra stig frá fjórða plássinum, ið ógvuliga sannlíkt fer at geva rætt til evropeiskan fótbólt í 2023.

 

NSÍ vísti onga náði móti kommunalu grannunum undir Mýruhjalla á Skála í dag, og vann stórsigur 4-1. 

 

Skála er framvegis næstniðast við fimm stigum. B68 er aftast, eisini við fimm stigum, men B68 kunnu fara framum Skála við at tryggja sær stig móti EB/Streymi á Svangaskarði á Toftum í morgin. 

 

Skála-NSÍ 1-4 (0-2)

 

0-1 Hans Marius Davidsen (14.)

 

0-2 Einar Tróndargjógv (28.) 

 

0-3 Klæmint A. Olsen (46.)

 

1-3 Ari Ó. Ellingsgaard br. (79.)

 

1-4 Hans Marius Davidsen (88.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen siga frá teimum fimm málunum.

 

2) Hoyr Svenn taka samanum ein ruddiliga uppibornan sigur hjá NSÍ.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein vónbrotnan liðskipara hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen sum viðgekk, at Skála var á tí støðinum teir hava víst fleiri dystir í ár.

 

4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein fegnan liðskipara hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum saman við liðfeløgunum fekk góða fjarstøðu til botnin í dag. 

 

Skála-NSÍ 1-4 (0-2). Hoyr málini, samanumtøku hjá Svenn Ó. Olsen og samrøður við Pætur Dam Jacobsen og Klæmint A. Olsen

Skála-NSÍ 1-4 (0-2). Hoyr málini, samanumtøku hjá Svenn Ó. Olsen og samrøður við Pætur Dam Jacobsen og Klæmint A. Olsen