FM1: "Spurin" vitjaði Hotel Hilton ígjár

(FM1) Hoyr sendingina har reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen prátaði við Martin Restorff, stjóra á Hotel Hilton

##med2##

Ígjár sendi hósdagssendingin hjá FM1, "Spurin" beinleiðis frá Hotel Hilton í Havn.

Petur Zachariassen, reportari hjá FM1 prátaði við stjóran, Martin Restorff sum greiddi frá virkseminum hjá Hotel Hilton Garden Inn, ið er fulla navnið á hotelinum.

Martin Restorff er av kendari hotelætt í Havn. Abbin byrjaði Hotel Hafnia í 1950, og pápin, Johan og farbróðurin, M.C. Restorff róku hotelið í eitt langt tíðarskeið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

("Spurin" á FM1 28. januar: Vitjan á Hotel Hilton í Havn)