Lutfalsliga ringasta undankappingarúrslitið hjá Føroyum nakrantíð mett í mun til mótstøðuna gjørdist veruleiki í kvøld. Talan er um fyrsta undankappingarsigurin hjá Malta síðani 2013, tá teir vunnu 2-1 á Armenia.
Malta-Føroyar 2-1 (1-0)
1-0 Kirian Nwoko (13.)
2-0 Steve Borg, brotsspark (77.)
2-1 Jákup Thomsen (90.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá hæddar, ella rættari sagt læddarpunktunum frá dystinum á Malta. Vit hoyra:
1) 1-0 málið hjá Malta
2) Útvísingin hjá Malta og brenda brotssparkið hjá Brandi H. Olsen.
3) 2-0 málið hjá Malta
4) 2-1 málið hjá Jákupi Thomsen og rokið aftaná
5) Seinasta bríksl og løtan aftaná
Klokkan 19.45 spæla Føroyar EM-undankappingardyst ímóti Rumenia, ið tapti 1-2 ímóti Svøríki á útivølli í kvøld. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1.