FM1: VÍF vann sannførandi á H71 (Burn)

(FM1) Hoyr Sjúrð Olsen hjá VÍF og Niklas Hanusarson hjá H71 seta orð á greiða 29-23 (15-9) sigurin hjá VÍF á H71 í høllini í Vestmanna

##med2##

Dagsins úrslit í Burn mansdeildini halda ein ávísan spenning um fjórða plássið í Burn mansdeildini.

VÍF-H71 29-23 (15-9)

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Julian Olsen 6, Hallur Arason 3

Toppskjúttar H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 7, Niklas Hanusson 4

Team Klaksvík-StÍF 29-27 (14-16)

Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 10, Jens Pauli Mohr 6, Vilhelm Vilhelmsen 5

Toppskjúttar StÍF: Martin Danielsen 9, Sveinur Justinussen 6, Pætur Johansen 6

Neistin-Kyndil 29-18 (15-10)

Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 7, Jónas Rasmussen 5, Jónsvein Dulavík 4, Julian J. Kragesteen 4

Toppskjúttar Kyndil: Jákup Jørgensen 4, Tróndur Wardum 3

H71 hevur 19 stig og VÍF hevur 17 stig. Neistin hevur 16 stig og KÍF hevur 13 stig. Team Klaksvík hevur níggju stig, og er einasta liðið sum veruliga kann hótta KÍF. StÍF hevur seks stig og Kyndil hevur bert fýra stig. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni og taka stutt samanum dystin VÍF-H71 29-23 (15-9).

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við tvímálsskjúttan hjá VÍF, Sjúrður Olsen sum helt fyri, at hetta var ein dystur VÍF hevði tamarhald á.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við fermálsskjúttan hjá H71, Niklas Hanusson sum var sera vónbrotin um tað sum hann og liðfelagarnir løgdu fyri dagin í dag, og hann lovaði bót til bata. 

 

 

 

 

(Samrøður: Sjúrður Olsen og Niklas Hanusson)