FM1: Valtjak millum Erling Eidesgaard (E) og Sámal Hanna Lognberg (B)

(FM1) Valtjaksendingin byrjar mánadagin klokkan 16.05

Komandi vikuna reikar tíðindamaðurin hjá FM1, Árni Gregersen aftur fyri valtjaksendingum millum tvey valevni frá tveimum ymiskum flokkum.

 

Við bert tveimum valevnum slepst undan trunkakjakinum, ið ofta er til valfundarsendingar og til væl mannaði og yvirmannaði politisk kjak. Fyri lurtaran er tað lættari at fyrihalda seg til, tá bert tvey valevni kjakast. 

 

Klokkan 16.05 mándagin fara tvey valevni at kjakast í studionum á FM1, ið hava tað til felags, at hesir eru synir hjá kendum løgtingsmonnum.

 

Talan verður um Erling Eidesgaard hjá Tjóðveldi, og Sámal Hanna Lognberg hjá Sambandsflokkinum.

 

Lurtararnir kunnu taka lut í sendingini. Tað verður gjørt við at ringja inn til nummar 200202, ella við at smsa spurningar til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo