FMA: Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Brimheim fekk heiðurin ársins myndlistarligi samleiki, men hon er í París á tónleikaferð, og var tí ikki til staðar at taka ímóti.

 

Soleiðis verður sagt:

 

ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI - BRIMHEIM

 

Vinnarin av ársins myndlistarliga samleika hevur eitt greitt konsept. Sum ein í dómsnevndini segði, so hoyrir man tónleikin, tá man sær myndirnar og sær myndirnar fyri sær, tá man hoyrir tónleikin. Hetta er ein ófiltrerað fagnan av tí ljóta. Hetta var sjónligt í videolagnum Litteraly Everything, ið varð filmað í einum seyðahúsið, og Brimheim, kókar tað uppaftur meira niður í ein konseptuellan suppumola við videolagnum Brand New Woman, hetta er rátt og uttan filtur. Samstundis vórðu hennara pressumyndir og cover eisini í sama estetikki. Sjálvt eitt ár við nógvum góðum visuellum konseptum og úttrykkum, bar ikki til at koma uttan um Brimheim, og hvussu gjøgnumført hetta er.