Leygarkvøldið kann Jenný Augustudóttir Kragesteen gerast ein av heilt stóru vinnarunum av FMA 2017, eftir at hon er tilnevnd til tríggjar virðislønir.
Jenný Augustudóttir Kragesteen er sjálv í uppskoti til at vinna Ársins songkvinna og bólkur hennara FRUM er í uppskot til at vinna Ársins bólk/einstaklingur. Harumframt hevur bólkurin fingið tvær tilnevningar til Ársins videolag fyri Let It og No Shapes.
2017 var árið, tá FRUM veruliga fekk sítt gjøgnumbrot, og var hon millum annað í heyst á konsertferð í Kina. Ein konsertferð í kom í lag eftir eina framførsla til eitt FMA tiltak í fjør.
Í døgunum upp til FMA er vanligt, at fyrireikararnir skipa fyri smærri tónleikatiltøkum, har útlendsku gestirnir og føroyingar annars fáa møguleikan at hoyra nakað av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða. FRUM spældi til eitt av hesum tiltøkunum, tá ein framleiðari hjá DR var til staðar.
- Ein teirra var ein framleiðari hjá DR, ið skipar fyri konsertferðum til Kina. Hann hoyrdi framførsluna hjá mær og hugsaði, at tað hevði riggað væl til eina konsertferð í Kina, greiðir sangkvinnan frá, um hvussu tað bar til, at FRUM á heysti 2017 fór á eina konsertferð í einum av fólkaríkastu londum í heiminum.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jenný Augustudóttir Kragesteen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.