FMA: Hvør er ársins live bólkur/einstaklingur?

Áhoyrarirnir sleppa at avgera hvør verður heiðraður fyri bestu live framførsluna seinasta ári.

Komandi vikuskifti verða føroysku tónlistavirðislønirnar handaðar á Faroese Music Awards í Norðurlandahúsinum, og áhoyrararnir kunnu kjósa ársins live framførslu umvegis sms atkvøðu.

 

Síðsta ár vóru tað rappararnir úr Swangah, sum vórðu ársins live bólkur, og aftur í ár, er hendan heiðurslønin ein áhoyrara heiðursløn burturav.

 

Samansetti arbeiðsbólkurin, við umboðum frá tónleikaumhvørvinum, Miðlahúsinum, Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum, hava í felag sett dómsnevndir at avgera hvør fær handaðar ymsu heiðurslønirnar fyri síni tónlistarligu avrik farna ár. 

 

Dómsnevndin, ið skal lata heiðurslønina fyri ársins live bólk ella einstakling, verður tó sms boðini, sum koma inn á telefonnummar 1940.

 

Atkvøðugreiðslan er opin, og ein skal skriva ‘FMA Live navn á bólki’ - t.d. “FMA Live Xxxx"