– Eyðkennið við FMA er tað jaliga huglagið. FMA er eitt framúrskarandi hugnaligt, spennandi og stuttligt tiltak. Tú møtir hinum tónleikarunum og sleppur at hoyra tey live, sigur Guðrið Hansdóttir rósandi.
Enn einaferð verður skipað fyri FMA – Faroese Music Awards. Norðurlandahúsið leggur hús til hetta stórsligna tiltakið, ið skal heiðra okkara ómetaligu dugnaligu tónleikarum. Millum tey tilnevndu er vælkenda Guðrið Hansdóttir og bólkurin Byrta
Guðrið og Janus, ið saman eru bólkurin Byrta hava verið tilnevnd øll árini, og í ár er als ikki eitt undantak. Guðrið er tilnevnd Ársins songkvinna, og bólkurin Byrta er tilnevndur í Ársins videolag.
Spennandi verður at vita um Guðrið ella Byrta fara heim við nøkrum virðislønum leygarkvøldið.
-At vera tilnevnd sum Ársins songkvinna, kom óvæntað á meg, tí her eru so nógvar nýggjar og dugnaligar songkvinnur í Føroyum. Kenslan er tó deilig, og eg haldi, at tað er stuttligt áhaldandi at verða tilnevnd, sigur Guðrið.
Heili tvey videoløg hjá Byrtu eru í ár tilnevnd sum Ársins videolag, og tað er Heiðrikkur á Heygum, ið hevur framleitt tey. Videoløgini eru til sangirnar “Andvekur” og “Aftur og aftur” hjá Byrtu.
Um tú ert áhugað/ur at síggja tey, kanst tú trýsta á leinkjurnar niðanfyri:
Byrta “Andvekur” : https://www.youtube.com/watch?v=8_aNr1bLb6U
Byrta “Aftur og aftur” : https://www.youtube.com/watch?v=gj-kClGf0Xo