FOÍB broytt bygnað og sett stjóra

Jan Müller er sett­ur sum stjóri í FOÍB

FOÍB, Føroya Olju­ídn­að­ar­bólk­ur, á­hug­a­fel­agið hjá olju­fel­øg­unum, sum hava leit­i­loyvi í Føroyum, hevur broytt bygnaðin og fer í fram­tíðini eisini at seta meira fokus á samskifti og kunn­ing­ar­virk­semi.
Í hesum sambandi hev­ur FOÍB sett Jan Müller, journ­al­ist sum stjóra og kunning­ar­fólk.
Endamálið við broyt­ing­u­n­um er m.a. at kunna um olju­­ti­l­gongd­ina í Føroyum og í um­­heim­inum og betra um sam­­skiftið við líknandi fel­øg í gran­n­a­lond­u­num, mill­­um ann­að OLF í Nor­egi (Olj­e­ind­u­stri­ens Lands­for­en­ing) og Oil & Gas í Bret­landi eins og við før­o­yskar mynd­ug­leikar, vinn­una og al­menn­ingin.
Umframt heimasíðuna www.foib.fo hevur FOÍB fingið nýggja tíð­ind­a­heim­asíðu www.oljan.fo - tann før­oyski oljuportalurin – sum er undirsíða á portal.fo
Limirnir í FOÍB eru: Stat­oil, ENI, DONG, OMV, Valiant Petroleum, Atlantic Petr­o­l­eum og Faroe Petr­o­le­um. Formaður í FOÍB er Nils Sørensen, stjóri í Far­oe Petroleum Føroyar. FOÍB hevur skrivstovu á Bryggj­u­bakka 22, inngongd í erva.