Føðiketan er væl fyri

Hondbóltur: U-18 dreinginir vunnu í dag tann fyrra av tveimum vinardystum ímóti Íslandi

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

U-20 dreingirnir vístu fyri stuttum í EM endaspæli, at føroyskur hondbóltur av álvara hevur fótað sær í altjóða høpi. Í dag spældu U-18 dreingirnir í Hoyvíkshøllini vinardyst ímóti Íslandi. Tað gekk sum eftir ánni. Føroyar vunnu 39 – 33 eftir hálvleiskstøðuna 21 – 16. Úrslitið er góð ábending um, at teir, sum eru yngri enn teir, sum fyri stuttum vóru í EM endaspæli, eisini eru væl fyri.

 

Bæði Ísland og Føroyar vera vð í EM endaspælinum fyri U-18 landslið, sum í døgunum 4. iil 14. August verður í Montenegro.

 

Hondbóltsamband Føroya skrivar soleiðis um dystin í dag:

 

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein greiðan 39-33 sigur á Íslandi í Hoyvíkshøllini í dag. Hálvleiksstøðan var 21-16 til Føroyar.

 

Tað var um miðjan fyrra hálvleik at Føroyar fóru frá Íslandi, og var munurin fyri tað mesta millum 4-7 og mál restina av dystinum.

 

Í føroyska álopinum var spælskiparin Óli Mittún dominerandi og megnaðu íslendingar ongantíð at steðga fótfima hoyvíksinginum, sum skeyt 12 mál í dag.

 

Liðini hittast aftur í morgin kl. 15.00 í Hoyvíkshøllini. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo

 

-

 

Føroyar – Ísland 39 – 33 (21 – 16)

 

U-18 landslið Vinardystur

 

Føroyar: Óli Mittún 12, Rókur Ziskason 7, Ísak Vedersbøl 5, Tróndur Jónsson 4, Óla Jákup Gaard Olsen 2, Niclas Gaard 2, Trygvi Hávardsson 2, Rói S. Hjaltason1, Høgni Heinason 1, Høgni Vang Højsted 1, Marcus Brimsen 1, Rói Heinason Thomsen, Búi Djurhuus Poulsen, John S. Vilhelm

 

Tórsteinn Sivertsen, Aleksandar Lacok 1

 

Á beinkinum: Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Gaard Joensen, Ari Egason Dam, Durita Rouch - 

 

Mynd: Hondbóltssamband Føroya