Føroya Fiskimannafelag á vitjan í Suðuroy

Í samband við vitjanina á Tvøroyrar Skjalasavni kundi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, handa savninum ein kekk á 25.000 krónur

Mánadagin var nevndin í Føroya Fiskimannafelag á ferð í Suðuroy. 

 

Umframt ein túr í Vági, har vitjað varð á Sluppsavninum og á Ruth Smith-savninum, vóru nevndarlimir og umsiting eisini á vitjan í SALT, Varðanum Pelagic, Delta Seafood og á Tvøroyrar Skjalasavni.

 

Um kvøldið var Tvøroyrar kommuna vertur við ein døgurða.

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag verður víst á, at nevndin hin 15. juni í 2023 samtykti at lata allar gerðabøkur og alla skjalagoymsluna hjá felagnum í varðveitslu á Tvøroyrar Skjalasavni.

 

- Hin 26. juni í 2023 undirskrivaðu Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Kári Jespersen frá Tvøroyrar Skjalasavni undir avtalu um, at Tvøroyrar Skjalasavn skuldi taka sær av skjølunum í framtíðini.

 

Á heimasíðuni verður sagt, at nú øll skjølini eru skrásett og fingin upp á pláss, beyðs høvi hjá nevndini at síggja vælskipaða savnið.

 

- Millum skjølini eru eisini tey allar elstu frá 1910, sum er árið fyri, at Føroya Fiskimannafelag varð stovnað. 

 

##med2##

 

Í samband við vitjanina á Tvøroyrar Skjalasavni kundi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, handa Kári Jespersen, savnsleiðara og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørði, ein kekk á 25.000 krónur.

 

- Kekkurin varð latin sum tøkk fyri tað stóra arbeiðið, sum savnið ger, siga tey í Føroya Fiskimannafelag.

 

Fleiri myndir frá vitjanini hjá Føroya Fiskimannafelag í Suðuroy eru at síggja á heimasíðu felagsins.

 

##med3##

 

 

 

Henrik Old, løgtingsmaður og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag