Eftirlýsti maðurin, sum í gjár klokkan 16 fór av Slættanesi við kós móti Sandavági, er nú funnin í øllum góðum.
Hesum boðar løgreglan frá.
– Vit hava ikki nærri smálutir um málið, men maðurin var farin av Slættanesi móti Oyrargjógv og er nú funnin í øllum góðum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.