Starvsfólk hjá donsku flóttafólkahjálpini dripin

- Hetta er aðru ferð í eitt ár, at ein danskur felagsskapur verður raktur í einum rakettálopi í Ukraina, veit Reuters at siga

Tvey starvsfólk hjá Dansk Flyktninghjælp eru dripin í einum russiskum rakettálopi í býnum, Tsjernihiv, har norðuri í Ukraina.

 

Hetta veit Reuters at siga frá guvernørinum í regiónini, og lagt verður aftrat, at rakettin rakti nærindis bygdini, Novoselivka.

 

Álopið hendi dagin eftir, at ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, vitjaði danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen í Keypmannahavn.

 

Reuters veit at siga, at hetta er aðru ferð í eitt ár, at ein danskur felagsskapur verður raktur í einum rakettálopi.

 

Hin 2. september í 2024 varð Kyiv-skrivstovan hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunar rakt av einari rakett.

 

Tsjernihiv liggur norðanfyri ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv - ikki langt frá markinum til Hvítarusslands.

 

Sagt verður, at Dansk Flygtningshjælp er størsti danski hjálparfelagsskapur, og felagsskapurin hevur arbeitt í Ukraina síðan 2014.

 

Felagsskapurin hevur eisini starvsfólk, sum fáast við at rudda burtur minur, og hesi eru á skeiði, áðrenn tey byrja í slíkum starvi.

 

Dansk Flyktninghjælp ger eisini neyðhjálpararbeiði og hjálpir fólki, sum eru rakt av kríggi - í hesum førinum í Ukraina.