Føroya Handverkarafelag og LÍV nýggja avtalu

- Limirnir í Føroya Handverkarafelag fáa eina røð av góðum tryggingum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag og Dan Joensen, LÍV.

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava undirskrivað eina nýggja avtalu, og við avtaluni verður víðkað um fulnaðirnar í samlagstryggingini.

 

- Nýtt í avtaluni er ein veiting á 200.000 krónur við einari niðurtrapping við varandi óarbeiðsføri. Veitingin verður útgoldin í einum.

 

Sagt verður í tíðindaskrivi, sum er sent út nú seinnapartin, at við nýggju avtaluni hevur Føroya Handverkarafelag tryggjað sínar limir enn betri, soleiðis, at hesir nú eisini fáa útgoldið eina trygging í einum, um teir gerast varandi óarbeiðsførir.

 

- Frammanundan eru limirnir tryggjaðir við deyða, einari veiting útgoldin í einum til barnið/børnini, um limurin doyr, deyða hjá hjúnarfelaga/sambúgva, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól.

 

Lagt verður aftrat, at umframt hesar nevndu tryggingar hava limir rætt til eina skattafría lokaupphædd, sum hon verður rópt, tá teir gerast 67 ár.

 

- Allir limir í felagnum fáa tryggingarnar uttan at lata inn heilsuupplýsingar. Á hendan hátt fáa limirnir í Føroya Handverkarafelag eina røð av góðum tryggingum til sera lagaligar treytir. Við nýggju avtaluni kunnu limirnir kenna seg enn tryggari, verður sagt.

 

Í felags tíðindaskrivinum siga Føroya Handverkarafelag og LÍV, at broytingarnar í nýggju avtaluni koma í gildi hin 1. januar 2022.

 

 

 

Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag og Dan Joensen, LÍV.